Vit fara her at geva eitt boð uppá, hvussu ein kundi hugsað puslispælið móti Kroatia og Gibraltar.
Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein hevur lagt upp til, at hópurin fer at verða brúktur, tí tætt er millum dystirnar, og tí tað er jøvn góðska í hópinum sum ger, at tað ber til at skifta út, bæði í dystum og millum dystirnar. Tí skulu vit vænta, at lutfalsliga nógvar útskiftingar verða móti Kroatia, har ein hevur í huga, hvørjir kanska skulu byrja inni aftur seinna dystin og tí hava tørv á hvíld. Og til seinna dystin skulu vit vænta, at eini tríggjar til fimm broytingar verða.
Dystirnir eru eisini sera ymiskir, tí hetta er besta liðið í bólkinum og veikasta liðið í bólkinum – á pappírinum. Her fara vit at greina puslispælið, har væntaðu uppstillingarnar tó ikki skulu síggjast sum nakað, ið væntast, tí einki grundarlag útfrá venjingum ella samrøðum liggur aftanfyri og vit hava fingið upplýst beint áðrenn greinin bleiv almenn, at onkur leikari, sum ikki er í uppstillingini móti Gibraltar, heilt vist byrjar inni.
Kroatia
Hetta verður ein verjudystur fyrst og fremst. Her er einki at tapa, so tað er hendan dystin, at mann kann spæla okkurt meira ókent kort. Lyklaleikarar móti Gibraltar, sum ikki klára at byrja inni tveir dystir uppá fýra dagar, byrja uttanfyri frá byrjan, tí Gibraltar-dysturin verður raðfestur. Her verður týdningarmikið við rennisterkum leikarum á miðvøllinum og álopsleikara, sum kann halda uppá bóltin.
Gibraltar
Her skal stig til og her koma Føroyar í nógv størri mun at mynda dystin. Her er pláss fyri skapandi leikarum og her er týdningarmikið við væl samanspældum álopskendum leikarum.
Tí kundu uppstillingarnar sæð nakað soleiðis út:
Kroatia: Mattias Lamhauge - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson
Viðmerkingar:
Mattias Lamhauge hevur spælt nakrar Superligadystir síðstu tíðina og er sjálvskrivaður báðar dystirnar.
Verjuparturin er tann sami, sum hevur riggað og hevur latið fá mál inn. Hann kann verða lykilin til, at Kroatia í øllum førum ikki fær nakra málveitslu, sum kroatar viðhvørt megna móti slíkum liðum. Ivamálið er, um Viljormur Davidsen er frískur nokk at byrja. Odmar Færø spælir neyvan tvær ferðir 90 minuttir, tí hann hevur sæð slitin út, meðan Gunnar Vatnhamar manglar dystarvenjing, men annars vanliga er ein, sum kann spæla tvær ferðir 90. Samuel Chukwudi er gott alternativ til miðverjuna.
Á miðvøllinum verður tað meira trygga møguliga valt, men útfrá væntaðu dystargongdini í báðum dystunum, so kundi verið upplagt at spælt við Hanusi, Géza, Noah og Meinhard. Hesar hava nógvar metrar í beinunum, men Géza og Noah er nýggir, og tí er hetta neyvan tað, ið fer at henda, men teir kundu gott spælt saman, tí teir spældu saman í fleiri ár í Víkingi og kenna tí styrkir og veikleikar hjá hvørjum øðrum. Tað vildi givið góða meining. Í álopinum er Jóan Símun bestur at varðveita bóltin, og tað verður sannlíkt við rygginum móti málinum, at álopsleikarin kemur at spæla hendan dystin.
Gibraltar: Mattias Lamhauge - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Brandur H. Olsen, Jóannes Bjartalíð – Páll A. Klettskarð
Viðmerkingar:
Móti Gibraltar á heimavølli var hildið fast í hesi leikskipan, so tað verður helst eisini á útivølli. Málverji og verja er tann sama, hóast tað er ivasamt við serliga Viljormi vegna skaðastøðuna, men til tað krevst helst, at summir verða útskiftir í 60-70. minutti móti Kroatia.
Miðvøllurin og álopið hongur saman. Tí skal mann brúka Páll í álopinum ella Árna á kantinum, so fæst best nytta burturúr, um hin eisini spælir. Jákup og Jóannes Bjartalíð eru eisini vanir at spæla saman við teimum báðum, so tí blívur hetta eitt samanspælt lið, hóast teir ikki fáa spælt saman frá byrjan móti Kroatia. Brandur er eisini lyklaleikari móti Gibraltar, men passar møguliga ikki væl til Kroatia-dystin, tí hann er nógv meir ein skapandi leikari heldur enn ein, sum skal renna og verða í nógvum nærdystum uttan bólt. Tað er tó sum skilst sera sannlíkt, at hann byrjar móti Gibraltar.