Føroyski landsliðsleikarin fer eftir summarsteðgin at spæla í næstbestu donsku deildini.
Tað var til FM-dystin í Gundadali í fjør, at vit skrivaðu um, at venjari og ítróttarstjóri hjá Hillerød vóru í Gundadali og hugdu eftir Poul Kallsberg. Leysasøgur hava síðani gingið um ein øktan áhuga og nú tykist vist, at Poul Kallsberg verður seldur til Hillerød í summar. Tað kom m.a. fram í Televarpinum til dagsins dyst, har Poul var annar málskjúttin í 2-1 sigrinum á B68. Upphæddin verður mett at verða í øllum førum yvir eina hálva millión.
Poul væntast í øllum førum at spæla 1. umfar í Champions League áðrenn hann fer til Hillerød, har Adrian Justiussen frammanundan spælir.