Lutakastið til komandi undanbólk hjá U21-landsliðnum hevur verið.
Portugal, Kroatia, Grikkaland, Hvítarussland, Føroyar og Andorra.
Hetta er ein bólkur við eitt sindur av hvørjum. Hyggja vit eftir farnu úrslitum, so kunnu tey ikki heilt brúkast sum samanbering, tí árgangirnir broytast og tí skal man kanska heldur hyggja eftur til U19, tá árgangir 2002 og 2003 møttust.
Portugal er stóra liðið, sum endaði nr. 2 í EM-endaspælinum hjá U21 í 2021 og sum skal spæla í endaspælinum í summar. Hyggja vit eftir núverandi hópi og teimum, sum eru føddir í 2002 ella seinni og tí hava aldur til komandi kapping, so kennast fólk kanska við leikarar sum Fabio Silva (PSV, fyrr Wolves) og Paulo Bernardo (spælir regluliga í Benfica).
Hjá Kroatia er Igor Biscan venjari. Hann kenna Liverpool-viðhaldsfólk, tí hann spældi við Liverpool frá 2000-2005. Hann hevur verið venjari hjá U21-landsliðnum hjá Kroatia síðani 2019. Eitt lið sum kemur at spæla í EM-endaspælinum í summar eftir at hava sent Danmark út í ’’play-off’ í september. Í 2021 kom Kroatia til fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum hjá U21.
Grikkaland og Hvítarussland vóru í bólki saman seinast og endaðu á 3. og 4. plássi í bólkinum, aftanfyri Ísland á 2. plássi. Hyggja vit eftir U19n(føddir 2004 og 2005), so vann Grikkland sín undanbólk frammanfyri Kekkia og Sveis.
Andorra er liðið, sum eru styrkismettar aftanfyri Føroyar. Andorra hevur tapt 16 av síðstu 17 dystunum hjá U21. Púra óvæntað spældi Andorra 3-3 móti Englandi í 2020.