Tað er møguleiki fyri, at ársins leikari í 2020 hevur spælt sín síðsta dyst í Føroyum á hesum sinni. Harafturat tykjast HB og René S. Joensen framvegis ikki at ganga hond í hond.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2020, Petur Knudsen, er á ynskislistanum hjá fleiri útlendskum feløgum. Nú er tað meira konkret, sum bolt.fo skilir, og tað er áhugi frá stórum útlendskum felag, tí finska meistaraliðið, HJK Helsinki, ynskir at fáa Petur Knudsen í sín hóp. Samráðingar eru í gongd millum NSÍ og HJK Helsinki og koma hesar á mál - ið skilst er mest sannlíkt - so skiftir Petur til stórfelagið í Finnlandi, sum hevur havt leikarar sum Jari Litmanen, Mikael Forssell, Antti Niemi, Shelfki Kuqi og Hannu Tihinen í sínum hópi áður. Tískil eru nógv eygu á einum slíkum felag, sum eisini skal spæla Champions League fótbólt í summar.
NSÍ roynir eftir René
Tað er eisini møguleiki fyri, at NSÍ fær ein landsliðsleikara í hópin áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mánadagin 15. mars. HB-leikarin, René S. Joensen, ið var ónøgdur eftir finaluna um løgmanssteypið í desember, er framvegis langt frá spælitíð í HB og var ikki í dystarhópinum 1. umfar móti NSÍ, hóast hann var tøkur. Hann hevur tó sáttmála fyri 2021. Nú ljóðar, at samráðingar eru millum HB og NSÍ um, at René skal skifta til NSÍ. Hesar eru tó ikki komnar á mál enn, og tí er ógreitt, um hendan leikaraflytingin verður veruleiki.
NSÍ er partur av báðum samráðingunum. Føroyski flytingargluggin letur aftur 15. mars, meðan tann í Finnlandi letur aftur 8. apríl. Tað kann eisini hugsast, at flytingarnar eru tengdar av hvørjum øðrum.