Føroyingurin í Lyngby hevur verið skaddur síðstu tíðina.
Tey sum fylgja við Lyngby hava sæð, at síðstu dystirnar hevur Petur Knudsen ikki verið í hópinum.
- Eg havi drigist við sportsbrok í eina tíð nú. Eg venji aftur við fullari ferð seinni í hesi vikuni og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Petur Knudsen við bolt.fo.
Lyngby nærkast uppflyting til Superliguna, tí liðið er fýra stig frammanfyri nr. 3, nú tvey umfør eru eftir. Mánadagin verður landsliðshópurin úttikin til komandi fýra landsdystirnar í Nations League. So vil tíðin vísa, um Petur Knudsen verður tøkur og millum teir útvaldu.