(Helsinki) Per Jacobsen er eitt av KÍ-viðhaldsfólkunum, sum eru í Helsinki.
Vit hittu Per á Scandic hotellinum í Helsinki. Per er fyrrverandi leikari og ungdómsvenjari hjá KÍ.
Per var við í bæði Budapest og Gøteborg í 2023 sum ein av teimum fáu.
- Eg var við KÍ sum áskoðari til fyrsta útidystin í altjóða fótbólti móti Skonto Riga í 1992. Síðani var eg ikki aftur fyrr enn í 2018, tá KÍ spældi í Vilnius móti Zalgiris. Í 2023 og 2024 havi eg verið nógvar túrar. M.a. til minniligu dystirnar móti Ferencváros og Häcken. Tað hava verið stórar upplivingar og nú bíða vit spent eftir, um eitt nýtt stórt KÍ-kvøld bíðar í Helsinki, sigur Per Jacobsen við bolt.fo.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá KÍ í 2024 á bolt.fo hava: