KÍ hevur longu mist stig í fleiri dystum móti botn 5 enn KÍ gjørdi tilsamans í fleiri ár.
Í 2023 kom KÍ í eina serstøðu við nógvum dystum eftir summarsteðgin vegna eitt altjóða bólkaspæl og hesa tíðina fór KÍ, sum tá lá langt fremst í kappingini, at seta stig til nakrar dystir móti botn 5 liðum. Men telja vit ikki tað tíðarskeiði við, so hevur KÍ í 2026 longu sett stig til í eins nógvum dystum sum øll árini frá 2019 til 2025. Her skal viðmerkjast, at vit rokna AB til at enda sum eitt botn 5 lið í ár, hóast AB í núverandi støðu liggur í topp 5.
KÍ hevur hesar tríggjar dystirnar bara skorað eitt mál, sum kom í 98. minutti á Argjum.
Úrslit móti botn 5 hjá KÍ farnu árini, har KÍ hevur sett stig til:
2026: 3 (EB/Streymur-KÍ 0-0, AB-KÍ 1-1 og KÍ-Skála 0-0)
2025: 1 (B68-KÍ 3-3)
2024: 0
2023: 3 (0 fram til altjóða kappingarnar byrjaðu)
2022: 0
2021: 0
2020: 0
2019: 2 (TB-KÍ 1-0 og KÍ-Skála 2-2)
Kelda: FaroeSoccer