Nú er greitt, hvar toppskjúttin hjá B36 fer at spæla í 2026.
Hillerød, har lutfalsliga nógvir føroyingar hava spælt seinnu árini, boðar í dag frá, at Pætur Petersen hevur gjørt sáttmála við danska felagið, sum spælir í næstbestu deildini. Hillerød skrivar, at Pætur hevur vant við liðnum síðstu vikurnar.