KÍ ynskir at fáa dystin á Argjum útsettan.
KÍ skrivar:
Fyrr í vikuni hevur KÍ í samskifti við Fótbóltssambandi og Argja Bóltfelag roynt at útsett dystin við 1 døgni til frá nú sunnudegi til mánakvøldið.
Hetta er eftir ráðum frá heilsukønum fakfólki, sigur Tummas Lervig formaður í KÍ. - Tá tætt er millum dystir við stravnari ferðing, verður mælt til, at tað eru minst fýra døgn til næsta dyst. Umframt drúgva ferðing síðstu vikurnar, spældi mansliðið í gjárkvøldi ein tættan og harða dyst á Tórsvølli í góðar 120 minuttir.
Av royndum vita vit, at stórur vandi er fyri lið- og vøddaskaðum, tá leikarar ikki fáa neyðuga hvíld.
Hóast kappingarnevndin hjá FSF í slíkum føri hevur myndugleika at flyta dystir, vil hon ikki taka ábyrgd og hevur avgjørt, at dysturin bert verður fluttur, um AB og KÍ semjast um tað. Greitt er, at AB gongur ikki ynskinum á møti.
Við hesum vilja vit í KÍ heita á FSF, sum hevur heilsfaklig starvsfólk knýtt at sær, at innheinta og halda seg til ráðgevingina við at áseta nýggjan dystardag. Tað kemur at tæna fótbóltinum, leikarum og eisini landsliðnum.
Vegna Klaksvíkar Ítrótróttarfelag
Starvsnevndin