Men fleiri royndir landsliðsleikarar, ið hava spælt síðstu tíðina, vóru ikki í hópinum, sum Håkan Ericson útók til dystirnar móti Norra og Albania. Televarpið sendið tíðindafundin.
Teitur M. Gestsson hevur givið avboð fyri at blíva heilt klárur frá skaðanum til komandi ár. Gilli R. Sørensen er valdur frá, tí tað er ov stutt síðani, at hann kom aftur frá skaða. Og so er tað liðskiparin, Hallur Hansson, sum fleiri miðlar hava eftirlýst í eina tíð, sum heldur ikki var við hesaferð. Har kann nevnast, at hann er darvaður av skaða og ikki fær vant regluliga fyri tíðina. Stefan Radosavljevic úr Sligo Rovers er ikki við hesaferð.
Nýggir í hópinum eru Adrian Justinussen og Mads Bo Mikkelsen. Adrian hevur havt eitt gott kappingarár, meðan Mads hevur havt torført við at vunnið sær pláss á KÍ-liðnum til stóru dystirnar. Adrian hevur dygdir, sum landsliðið burdi kunnað notið gott av serliga við hansara skotum, meðan Mads áður hevur spælt góðar landsdystir og tí helst er úttikin fyri, hvat hann fyrr hevur víst. Annars sást, at Sonni Ragnar Nattestad hevur varðveitt plássið á landsliðnum. Hann hevur havt torført við at vunnið sær fast pláss á B36-liðnum í ár. Góða gongdin hjá Víkingi sást ikki á landsliðnum enn. Eingin Arnbjørn Svensson ella Ingi Jonhardsson. Sí hóp niðanfyri.