Tað er søguligt, at tvey lið hava fult stigatal eftir átta umførum.
NSÍ og KÍ eru í tvídysti um FM 2025 og í løtuni bendur lítið á, at nakað annað lið kemur at blanda seg í tann dystin. Serliga eftir, at HB og B36 taptu í vikuskiftinum, meðan Víkingur longu hevur sett so nógv til.
NSÍ og KÍ møtast í toppdysti fríggjakvøldi kl. 20.00 í 9. umfari og eftir tann dystin hevur í mesta lagi eitt lið fult stigatal. Ongantíð áður hava tvey lið havt fult stigatal eftir átta umfør sambært FaroeSoccer, so talan er um ein óvanligan tvídyst. Halda hesi hagtølini fyri hinar báðar triðingarnar av kappingini, so verða tað teir tríggir innanhýsis dystirnir millum NSÍ og KÍ, sum koma at avgera FM. Og teir báðir seinnu liggja væl. Á norðoyastevnu spæla liðini í Klaksvík og í síðsta umfarinum møtast liðini í Runavík í tí, sum kann blíva ein dystur um FM líknandi tí, sum hendi í 2019, tá B36-KÍ møttust í FM-dysti í síðsta umfarinum.