Tað ljóðar, at Olaf Bárðarson úr Víkingi er á veg úr føroyskum fótbólti.
Hann hevur verið ein av mest eyðsýndu ungu leikarunum í føroysku kappingini seinnu árini. Útlendskur áhugi hevur verið og nú ljóðar, at eitt boð er komið frá einum felag í Slovakia, sum Víkingur hevur sagt ja til.
Tað ljóðar eisini, at Víkingur umhugsar at fáa ein álopskendan leikara inn, nú fleiri eru farnir, og at landsliðsleikarin Meinhard E. Olsen stendur ovast á tí listanum.