Royndi miðverjin hevur nú vunnið FM eins ofta sum Jákup á Borg og Páll M. Joensen.
Talan er um sjeynda FM hjá Odmari Færø, sum hevur vunnið trý FM við B36 og fýra við KÍ. Av núverandi leikarum er hann tann mest vinnandi FM-leikarin og í nýggjari tíð er hann nú javnur við Jákup á Borg hjá B36/HB og Páll M. Joensen hjá HB.
Odmar manglar tvey FM at útjavna teir tríggjar frá 66-liðnum hjá KÍ, Steinbjørn Jacobsen, Magnus Kjælnes og Jógvan Jacobsen, ið hava vunnið flest FM við níggju.
Stuðlað føroyameistaraumrøðuni av KÍ hava: