Samanlagt vann betra liðið í Sarpugerði.
Men tað kundi verið øðrvísi, tí Víkingur hevði eins og KÍ fleiri stórar møguleikar at koma á odda í fyrra hálvleiki. Men einki mál kom, og KÍ hevur ongantíð í ár verið aftanfyri ein dyst í landskappingini. Í seinna hálvleiki tók KÍ yvir, og tað var í tráð við leikgongdina, tá Daniel Johansen skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ. Í 97. minutti kundi tað sama hent hjá KÍ sum móti HB fyrr í ár, tá stóri møguleikin kom til heimaliðið, men hesaferð fór bólturin ikki inn, og so var oddaliðið 22 stig frammanfyri meistararnar eftir 16 umfør.
Nú hava bæði liðini spennandi altjóða uppgávur fyri framman. Víkingur hevur ein gyltan møguleika at vinna seg víðari úr 1. umfari og tá av álvara nærkast einum deildarspæli, meðan KÍ hevur eitt mótstøðulið, sum KÍ eigur at hava ein brúkiligan møguleika móti.