Vit hava spurt Eyðbjørn Thomsen, formann í FC Suðuroy, um fyrireikingarnar til 2026.
Palli Augustinussen var venjari hjá FC Suðuroy í ár, meðan Pól Thorsteinsson var hjálparvenjari, um hugt verður eftir dómaraseðlunum. Pól er í gongd við at taka A-venjaraútbúgvingina, men Eyðbjørn Thomsen sigur uppá fyrispurning um venjarastøðuna, at tað enn ikki er avgreitt, hvør verður venjari hjá FC Suðuroy í 2026.
Niðurflytararnir hava mist nakrar leikarar síðani kappingarlok. Tróndur Sjúrðarson er farin til HB, Jimmy Abdul er farin til AB, meðan Teit Hjelm er farin til ÍF. Formaðurin sigur, at væntandi heldur eingin av útlendingunum fram, men møguleikin stendur opin fyri, at onkur nýggjur útlendingur kemur í hópin. Harafturat er uppá tal at leiga onkran føroyskan leikara út.