NSÍ-kvinnurnar vunnu seinna dystin í bólkaspælinum í Champions League hjá kvinnum.
NSÍ skrivar:
KVINNURNAR VUNNU SEINNA DYSTIN 0-4
Máskjúttar:
25’ Julia Naomi Mortensen
39’ Brá Zakariasardóttir
64’ Heidi Sevdal
83’ Dania Serafia Andrasdóttir Olsen
Okkara kvinnur vóru greitt omaná allan dystin, og tí var talan um ein væl uppibornan sigur
Leiðin gongur heim á klettarnar í morgin, og síðani verður fult fokus sett á endaspælið, sum byrjar mikudagin 6. august