Trý stig skilja liðini undan dystinum.
Tað er ikki bara á Tórsvølli, at ein týðandi dystur verður í dag. Eftir landsliðssteðg fer kvinnudeildin í gongd aftur og í Runavík bresta nummar eitt og tvey saman. Trý stig skilja liðini, har verandi meistarar úr NSÍ hava oddasessin eins og NSÍ vann fyrsta innanhýsis dystin í ár í Klaksvík 2-1.
Dysturin í Runavík byrjar kl. 13.00. Rás 1 hjá Televarpinum vísir dystin.
Hinir dystirnir í Betri Deildini byrja kl. 14.00:
B36-Víkingur
Skála-HB
FC Hoyvík-07 Vestur