Hóast nýggir í bestu deildini eftir uppflytingina í 2022, so hevur NSÍ tvey ár á rað framt størstu flytingina í føroyskum fótbólti.
Fyri einum ári síðani kunngjørdi NSÍ, at landsliðsleikarin Petur Knudsen skifti til felagið uppá ein langan sáttmála. Og tað var semja millum flestu viðmerkjarar, at hetta var størsta leikaraflytingin í Betri Deildini undan kappingarárinum 2024. Og soleiðis bleiv tað eisini. Tað var fyrst og fremst Petur Knudsen, sum sendi uppflyararnar í Conference League við sínum 34 málstigum, tað nógv hægsta í deildini.
Og undan kappingarárinum 2025 endurtekur NSÍ ’’bragdið’’. Hesaferð fær NSÍ undirskriftina frá einum av størstu profilunum á A-landsliðnum, Brandi H. Olsen, sum kemur frá bestu deildini í Norra. Brandur sleyt krossbandið í 2022, men er síðani komin fyri seg. Hann spældi allar dystirnar í seinnu hálvu í 2023 burtursæð frá tí eina og byrjaði inni teir flestu. Í bestu deildini í 2024 hevur hann verið tøkur nærum allar dystirnar, men har hevði hann meira torført við at fáa pláss í uppstillingini og byrjaði inni í seks av teimum 30 landskappingardystunum. Hann spældi fýra teir síðstu landsdystirnar, harav tríggjar frá byrjan. Hetta er sostatt ein leikari í bestu árum, fylti 29 ár 19. desember, sum er komin fyri seg eftir krossbandsskaðan og sum eigur at koma at blíva ein av bestu leikarunum í Betri Deildini komandi árini. Og hendur ikki okkurt heilt óvæntað, so verður hetta helst ársins størsta leikaraflyting undan kappingarárinum 2025.
Fyrr í vetur fekk NSÍ tilgongd av einum øðrum landsliðsleikara, Jann Benjaminsen. Eitt ’’keyp’’, sum kann fara at blíva millum tey bestu, meta fleiri viðmerkjarar.
So hóast vit bara skulu eitt gott ár aftur fyri at hava NSÍ sum eitt lið í næstbestu deildini, so hevur felagið verið tað, sum hevur drigið flestar landsliðsleikarar til sín síðsta árið. Tí er tað kanska fyrst til Løkin, at vit skulu hyggja, tá landsliðsleikarar framyvir venda heimaftur til Føroyar at gera sáttmálar.