Við tveimum málum uppá hornasparksstøður tryggjaði NSÍ sær ein týdningarmiklan sigur í toppdystinum í Klaksvík í gjár.
KÍ legði annars betri fyri og kom á odda við brotssparki, men NSÍ svaraði aftur og eftir tvey hornasparksinnlegg skoraði NSÍ og legði seg á odda 2-1. Í seinna hálvleiki vóru fáir stórir málmøguleikar, har NSÍ megnaði at halda tørn og vinna 2-1. Sostatt komu bara mál uppá deyðbóltsstøður í toppdystinum. NSÍ er sostatt einsamalt oddalið við fullum stigatali.
Í hinum dystunum vann 07 Vestur fyri aðru ferð í ár, tá liðið vann 3-0 á FC Hoyvík. Víkingur vann 2-0 á B36 og hevur vunnið seg uppá 4. plássið, beint aftanfyri HB, sum vann stórsigur á Skála.
Úrslitini í 4. umfari:
KÍ-NSÍ 1-2
HB-Skála 6-0
Víkingur-B36 2-0
07 Vestur-FC Hoyvík 3-0