B68 var leikliga væl við, men NSÍ hevur nakrar leikarar, sum eru skarpari enn teir flestu og tað gjørdist munurin.
Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen og Steffan A. Løkin hava nógv málstig í sær og í dag høvdu teir allir tvey málstig, tá NSÍ vann 4-1 á B68 á Tórsvølli frammanfyri mongu áskoðarunum. B68 var leikliga væl við og byrjaði betri, men NSÍ var skarpari og sum fráleið gjørdist talan um ein tryggan sigur. Eftir dystin var stórt fýrverk, sum NSÍ-áskoðararnir helst gjørdu sum takk fyri ''seinast'', tá B68-áskoðarar sendi fýrverk eftir avgerandi dystin í 2022, tá B68 sendi NSÍ niður í 1.deild.
Úrslitið ger, at NSÍ liggur sera væl fyri at enda í topp 4, meðan B68 ikki slapp úr botninum.