Leygardagin var finalan í VFF Cup. NSÍ vann 1-0 og vann sostatt kappingina eins og menninir í sama felag gjørdu.
NSÍ skrivar:
NSÍ KVINNUR VINNARARA AV VFF-CUP 2025
Finalan í venjarakappingini VFF-Cup varð leikt á Tórsvølli í dag. Kvinnurnar høvdu frammanundan dagsins dysti vunnið allar dystirnar í venjarakappingini. NSÍ tók ímóti KÍ í finaluni. Okkara kvinnur megnaðu at vinna dystin 1-0. Tað var ein góður, javnur og spennandi dystur. Heidi Sevdal skoraði einsamalla í málið í fyrra hálvleiki.
Hetta var somuleiðis seinasti fyrireikingardystur hjá NSÍ kvinnum áðrenn landskappingin fer á rull mikudagin 19. Mars, tá tær skulu til Hoyvíkar at leika ímóti FC Hoyvík.
Vit í felagnum vilja ynskja kvinnunum og toyminum rundan um hópin tillukku við flotta úrslitinum. Samstundis ynskja vit teimum góða eydnu í bæði landskappingini og steypakappingini í 2025