Í dag spældu kvinnurnar hjá NSÍ fyrra Champions League dystin í hesum bólkinum.
NSÍ skrivar:
Vit tapa tíverri 4-1
Fyrsta partin av fyrra hálvleiki vóru vit væl við og høvdu fleiri málmøguleikar. Vit komu eisini framum 1-0 aftaná 12 minuttir. Málið skoraði Rebekka Benbakoura.
Vit hava ein dyst aftur leygardagin, 2. august, kl. 11.00 lokala tíð (kl. 10.00 føroyska tíð). Tá spæla vit ímóti NSA Sofia úr Bulgaria. Fyrireikingarnar til tann dystin eru nú farnar í gongd og vit gleða okkum!
NSÍ flaggið var við á áskoðaraplássinum - familjan hjá Rebekku er komin allanvegin úr Føroyum at stuðla okkum.