Sonurin hjá Daniel Berg Hestad skiftir til NSÍ.
NSÍ skrivar:
NORSKUR ÁLOPSKENDUR LEIKARI TIL NSÍ
NSÍ hevur skrivað undir við norska leikaran Tobias Hestad. 25 ára gamli norðmaðurin hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið.
Tobias er ein álopskendur leikari, ið kann spæla í álopinum og á báðum vongunum. Hann hevur fingið sína fótbóltsuppaling í kenda norska felagnum Molde FK, ið spælir í bestu norsku deildini. Tobias hevur fyri tað mesta verið lántur út til feløg í 2. og 3. bestu norsku deildunum, meðan hann var knýttur at Molde FK.
Í 2022 fór hann úr Molde FK og hevur síðani leikt í 3. bestu norsku deildini, seinast við Jerv.
Tobias er sera arbeiðsamur, tryggur á bóltinum og góður at skapa málmøguleikar.
Tobias er annars sonur Daniel Berg Hestad, ið var hjálparvenjari hjá Magna Hoseth í KÍ.
Vit í NSÍ ynskja Tobiasi hjartaliga vælkomnan við Løkin, og vit gleða okkum at síggja hann saman við restina av hópinum.