Sum stigatalvan eisini vísir, so eru NSÍ og KÍ í einum flokki fyri seg higartil.
Tey møtast fríggjakvøldið í Runavík og hagtølini siga, at tey skiftast um at verða best og næstbest á nógvum økjum. NSÍ hevur betri álop, KÍ hevur betri verju. NSÍ skorar meir í spæli, KÍ skorar meir uppá deyðbóltsstøður. NSÍ skorar meir uppá beinleiðis fríspøkr, KÍ skorar meir uppá hornasparksstøður. Sí hagtøl niðanfyri.