Vit hava hugt eftir tal av liðum á gentusíðuni í ungdómsdeildini 2025.
Kappingarnar eru komnar út á heimasíðuni hjá FSF. Á gentusíðuni er tað frá U16 og niður til U7. Har síggja vit, at NSÍ og KÍ, sum eru feløgini sum eisini hava verið í toppinum í bestu kvinnudeildini síðstu árini, hava flest lið við 14. Sí hagtøl niðanfyri fyri tal av liðum. Havast skal í huga, at tað skulu færri leikarar til at manna yngru deildirnar.
Tal av leikarum frá byrjan í einum dysti er hetta:
U16: 11
U13: 8
U11: 7
U9: 4
U7: 4
