NSÍ hevur møguliga fyrr í hesum mánaðinum eisini verið nær við at fingið venjara, har tað er farið í vaskið.
Enn hevur NSÍ ikki setta navn á høvuðsvenjaran til 2026. Felagið hevur leitað í eina tíð, tí tað er eftirhondini langt síðani, at tað bleiv greitt, at Jens Wedeborg ikki fór at halda fram.
Sambært okkara upplýsingum, so hevur NSÍ verið nær við at sett ein venjara fyri viku síðani og onkur ábending er um, at talan var um íslendska Arnar Grétarsson, sum fyrr í ár var settur ísamband við HB. Hann hevur áður vant íslendsk feløg sum Val, Breiðablik og KA, meðan hann eisini hevur verið ítróttarstjóri uttanlands. Men hetta fór í vaskið.
Nú ljóðar, at NSÍ aftur nærkast einari loysn og hesaferð ljóðar, at talan er um ein norskan venjara. NSÍ-hópurin verður nakað broyttur, tí av útlendingunum heldur bara Daniel Obbekjær fram. Tað ljóðar, at NSÍ hevur víst stóran áhuga fyri at fáa Boga Reinert-Petersen, ið var ársins leikari hjá B36 í ár. Ein annar B36-leikari er eisini nevndur sum ein møguleiki hjá NSÍ, sum er Marius Kryger Lindh, sum helst er sæddur sum ein avloysari fyri Jasper Van Der Heyden, sum skifti til 07 Vestur. Ein triði B36-ari, Filip Djordjevic, hevur eisini verið nevndur ísamband við NSÍ, men tað síðsta er, at Víkingur eisini er í myndini har og at eitt skifti til Víking kanska er meir sannlíkt. Og so er tað Jørgen Nielsen, toppskjúttin í Víkingi, sum eisini er settur ísamband við barndómsfelagið NSÍ.
Enn er tað mesta tó bara søgur og so leingi sum einki er kunngjørt, so kann nógv henda og broytast, tá tað kemur til venjara- og leikaraflytingar.