Kvinnuliðið hjá NSÍ kemur at missa fleiri leikarar.
Tað er longu greitt, at Brá Zakariasardóttir skiftir til HB. Eisini ljóðar fyri vist, at Evelin Mastrapasqua skiftir til 07 Vestur, har hon spældi frá 2021 til 2023. Síðani ljóðar, at landsliðsleikararnir Sara S. Lamhauge og Julia Naomi Mortensen ikki halda fram í NSÍ, men óvist er, um tær spæla á hægsta stigi komandi ár.
Ein leikari sum ikki manglar tilboð og sum kanska kundi verið ein møguleiki at fingið inn hjá NSÍ eins og øllum øðrum liðum er Sara Benjaminsen hjá Skála. Hon er 16 ára gomul og skoraði yvir 100 mál í øllum kappingum í 2025. Hon hevur fingið bjóðað trý árasáttmála í FC Nordsjælland, har Kára Sigurðsson frammanundan spælir. Men velur hon ikki at fara, so kann hon helst bara velja og vraka millum føroysku feløgini.
KÍ hevur enn ikki setta venjara, men tað ljóðar, at talan verður um útlendskan venjara. Í KÍ hevur Jens Tórálvdóttir vant við í vetur, men tað er ikki rætt, sum sum skrivaðu í gjár, at hon skiftir til KÍ, tí vit hava seinni fingið upplýst, at í gjárkvøldið vandi hon við Víkingi.
Greinin er rættað 18.12.25 kl. 09.45.