Allir miðverjarnir frá í fjør eru antin farnir úr felagnum ella eru skaddir.
NSÍ hevði fleiri ymiskar miðverjar í fjør, men eingin av teimum heldur fram og tað ger danin, Rasmus Plauborg, heldur ikki.
Undantakið er James Drye, sum hevur sáttmála fyri 2025. Men hann fer ikki at spæla nakran nevniverdan leiklut, tí hann sleyt krossbandið í september og væntast ikki tøkur fyrr enn til síðstu dystirnar í ár í besta føri.
NSÍ hevur fingið Kevin Jablinski inn, sum í 2021 var miðverji eina tíð hjá 07 Vestur. Sum skilst úr Runavík skulu vit vænta, at NSÍ mest sannlíkt fær tveir miðverjar inn afturat.
NSÍ
Tilgongd:
Jann Benjaminsen
Michal Przybylski
Kevin Jablinski
Fabian Ness
Brandur H. Olsen
Frágongd:
Viktor Agardius
Mirza Mujcic
Búi Egilsson
Yassine El Quatki
Mórits Heini Mortensen
Meinhard Geyti
Rasmus Plauborg
(James Drye langtíðarskaddur)