Tað sær ikki so sannførandi út, men NSÍ vinnur sínar dystir.
NSÍ hevur 10 stig fyri fýra umfør. Tað merkir tríggir sigrar og ein javnleikur. Og kanska júst javnleikurin í Klaksvík hevur verið mest sannførandi avrikið. Í teimum trimum sigrunum hevur tað koppað til NSÍ við einum máli, har smáir marginalar kundu givið annað úrslit. Soleiðis var eisini í dag á Svangaskarði, har B68 kundi havt skorað fleiri mál. Men NSÍ-leikararnir vóru meira avgjørdir og vunnu 2-1. Ein frálík byrjan uppá kappingarárið hjá NSÍ, sum heldur páskir sum oddalið. Og tann støðan verður kanska varðveitt eisini 2. páskakvøld, tí B36, sum er einasta lið sum kann fara framum, hevur torføran dyst móti grannunum úr HB, sum eisini ætla sær at kappast um FM í ár, har tað sum heild er torført at fáa eyga á nakað lið enn, sum er sannførandi í bæði avrikum og úrslitum.
Sigurin á B68 merkir, at NSÍ hevur vunnið 17 sigrar á rað móti teimum, sum vanliga enda í botn 5.