NSÍ hevur bjóðað inn til almennan tíðindafund í kvøld.
Tað ljóðar sum mest upplagt eisini er, at nýggjur høvuðsvenjari verður kunngjørdur. Talan verður sannlíkt um útlendskan venjara. Fleiri ferðir hevur NSÍ verið nær við at sett venjara, men hesaferð bar á mál.
Skulu vit koma við einum boði, so er talan um íslendska Sigurdur Ragnar Eyjólfsson. Hann er 52 ára gamal og hevur ikki havt starv síðani august í 2023. Talan er um royndan venjara við UEFA pro-útbúgving. Hann hevur vant ÍBV í 2014 og Keflavík frá 2021 til 2023 í bestu íslendsku deildini. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari í Lillestrøm í 2015-16. Harafturat hevur hann verið nógv venjari í kvinnufótbólti m.a. sum landsliðsvenjari hjá Íslandi og Kina.