Hóast NSÍ tapti í síðsta dystinum, so var eingin ivi nakrantíð í dag um, at NSÍ fór at vinna FM.
Víkingur skoraði sigursmálið í yvirtíðini til úrslitið 3-2. KÍ vann 4-1 í Gundadali á HB og tí kom málmunurin hjá NSÍ sum væntað ongantíð í vanda. NSÍ er føroyameistari á fyrsta sinni í bestu kvinnudeildini og hevur eisini vunnið greipuna í 2024.
Í kvøld verður móttøka fyri NSÍ-kvinnunum.
NSÍ skrivar:
MÓTTØKA FYRI OKKARA GREIPUVINNARUM Í HÆDDINI KL. 19:00
Nú okkara Betri kvinnur framdu søguliga bragdið og vunnu bæði steypakappingina og meistaraheitið, verður skipað fyri einari móttøku fyri teimum í Hæddini í kvøld kl. 19:00.
Skráin:
Formaðurin í NSÍ kemur at siga nøkur orð
Umboð fyri kommununa kemur at siga nøkur orð
Terje Vestergaard kemur at syngja
Smyrjubreyð verður til matna, og eisini okkurt søtt til bæði vaksin og børn.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
KOMIÐ OG HEIÐRIÐ OKKARA GREIPUVINNARUM!
Bolt.fo ynskir NSÍ til lukku við greipuni 2024!