Einki lið hevur nakrantíð havt so sannførandi tøl eftir átta umfør sum NSÍ í 2025.
Fult stigatal eftir átta umførum hava nøkur lið klára áður, men við málmuninum +34 hevur NSÍ bestu tølini, sum nakað lið nakrantíð hevur havt í Føroyum. NSÍ hevur skorað 40 mál og tað er eisini tað mesta, sum vit hava sæð skorað sambært FaroeSoccer fyri átta umfør. Metið fyri 27 umfør eigur KÍ við 99 frá 2021. NSÍ hevur skorað 5 mál í miðal pr. dyst og heldur NSÍ tað stigið, so skorar NSÍ 135 mál og tekur metið í stórum stíli. Men 60 mál afturat er eisini nokk, sum merkir 3,2 mál í miðal pr dyst fyri írestandi 19 dystir.