logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Føroyingar uttanlands (yvirlit)
    • Lýsingar
Xads
Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum
Mynd: torshavn.fo

Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum

Skrivað : Jákup Ósá | 30-06-2022 23:03

 

Tórshavnar kommuna skrivar:

Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum

Nú er nýtt graslíkið lagt á vøllin inni í Vika. Í fjør skifti Tórshavnar kommuna tríggjar graslíkisvøllir í Gundadali og Tórsvølli, og tá varð samtundis fyrireikað at skifta 12 ára gamla graslíkisvøllin vøllin á Argjum.

Umframt at skifta graslíkið, skuldu eisini onnur arbeiðir gerast, millum annað at breiðka vøllin nakað, so at størri pláss er frá strikunum og út til bandarnar, nakað sum FSF krevur. Eisini eru nýggjar girðingar gjørdar, og fígging er eisini játtað til at betra munandi um parkeringsviðurskiftini.

- Hetta er triði graslíkisvøllurin á Argjum. Men hetta er tann fyrsti av slíkum slag í Tórshavnar kommunu, og sum vit eru sera spent uppá, segði Heðin Mortensen, tá vøllurin varð handaður nú seinnapartin.

- Øllum kunnugt hava nógvar atfinningar verið av graslíkisvøllum, tá um gummigranulatið viðvíkur, tvs. fyllan ella hetta leysa tilfarið oman á vøllinum, og sum kann dálka náttúruna. Graslíkisframleiðarar hava tí eisini lagt seg eftir at menna umhvørvisvinarligar loysnir, og UEFA hevur eisini eggjað til hesa gongd.

- Sum kommuna og saman við fótbóltssamfelagnum skulu vit sjálvandi taka ábyrgd av umhvørvinum. Og tað hevur Argja Bóltfelag eisini gjørt í hesum føri og teimum til stórt rós.

- Tað serstaka við hesum vølli er, at tilfarið, sum fyrr var gummigranulat, nú er gjørt av korki, tvs. einum náttúrutilfari, ið ikki skaðar náttúruna. Vit kenna kanska best kork frá vínfløskum og innandura gólvum, men staðfest er, at tað eisini kann nýtast til graslíksvøllir, hóast bæði vind, regn og kava.

- Sum við øllum nýggjum kann man ivast í, nær rætta løtan er at skifta til tað nýggja – vit kannaðu royndirnar aðrastaðni, og hvussu hetta annars riggaði í mun til upplivingina hjá leikarunum, og einki var at fýlast á. Býráðið tók tí avgerð um, at graslíkisvøllurin á Argjum skuldi peika fram í tíðina, har kommunan tók ábygd eisini av teim umhvørvisligu atlitinum.

- Graslíkisvøllin hevur Føroya Møblasøla við Birgiri Andreassen veitt. Hann er royndur í fakinum og umboðar merkið DOMO, ið er hollendskt. Hesir vøllir eru í mongum londum og hava prógvað sína dygd. Veðrið hevur verið ein avbjóðing, regn og vindur, ja, tað mundi alt fokið í vindinum, men við góðum fólki spælti alt væl av.

- Tað er ikki meira enn ein góður mánaður síðani, at AB sjálvt fór undir at taka gamla graslíkið av, so klárt skuldi vera at leggja alt tað nýggja á. Tað er altíð hugaligt, at felagið tekur lut í slíkum arbeiði.

- Aðrir veitarar eru LBF, sum hevur ráðgivið og mált lendið upp, Articon, ið hevur víðkað vøllin, asfalterað og stoypt. Undirveitarar hjá Articon vóru EM-Asfalt og Sp/F Bárður Hentze. Annað betongarbeiði og slírar hevur Sp/F Armering og Betong v/Andrass Thomsen gjørt. Flutningi hava IR Lastbilar og Smyril Line staðið fyri.

- Í høvuðsstaðnum er stór kapping millum fótbóltsfeløgini, men andin teirra millum er altíð góður og altíð hjálpast tey um venjingartíðir, tá vøllur ikki er tøkur nakrar vikur, hvørja ferð graslíki verður skift. Takk skulu tey hava fyri tað.

- Tá hetta árið er runnið, er alt sum bendir á, at fólkatalið á Argjum fer upp um 2.500 íbúgvar. Tá vøllurin kom í 1981 vóru tey beint um tey 1.000. Tað sæst eisini aftur í stóra virkseminum, sum er her inni í Vika so at siga allar dagar á tamb.

- Tað er eingin loyna, at fyri trivnaðin og menningina á Argjum hevur bóltfelagið stóran týdning. Tað er tí eisini við gleði, at kommunan ger slíkar íløgur í umstøðurnar hjá felagnum, sum aftur kemur ungdóminum og teim vaksnu til góðar.

- Og fyri serligu samleikakensluna á Argjum hevur ítróturin stóran týdning, og tá lyfta øll í felag, bæði bóltfelagið, róðrarfelagið og hondbóltsfelagið.

- Eg skal við hesum ynskja tykkum øllum bestu eydnu við nýggja og framkomna graslíkisvøllinum, og takka tykkum øllum, sum hava arbeitt við verkætlanini, fyri valaverk, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Share

Nýggjastu tíðindir

9 av 11 hjá Føroyum og 7 av 11 hjá Moldova eru við enn
9 av 11 hjá Føroyum og 7 av 11 hjá Moldova eru við enn
Leikararnir hjá Moldova eru í betri dystarvenjing
Leikararnir hjá Moldova eru í betri dystarvenjing
Hópurin móti Luksemborg úttikin
Hópurin móti Luksemborg úttikin
Moldova er eisini nógv skert
Moldova er eisini nógv skert
Víkingur og EB/Streymur vunnu og ein javnleikur
Víkingur og EB/Streymur vunnu og ein javnleikur
KÍ vann venjingardystin millum toppliðini
KÍ vann venjingardystin millum toppliðini
Fleiri venjingardystir í morgin
Fleiri venjingardystir í morgin
3. umfar er útsett
3. umfar er útsett
Her er nýggi landsliðsvenjarin
Her er nýggi landsliðsvenjarin
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 3. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 3. umfari
TB-felagsskapurin ger vøllin kláran
TB-felagsskapurin ger vøllin kláran
MB hevur fingið miðvallarleikara úr Finnlandi
MB hevur fingið miðvallarleikara úr Finnlandi
Fótvarpið 16. mars 2023
Fótvarpið 16. mars 2023
Frá FC Hoyvík til Royn
Frá FC Hoyvík til Royn
1.deild er útsett - Avgerð um Betri Deildina í morgin
1.deild er útsett - Avgerð um Betri Deildina í morgin
Van Dijk til 07 Vestur
Van Dijk til 07 Vestur
KÍ váttar: Tilgongd úr Ghana
KÍ váttar: Tilgongd úr Ghana
Víkingur venur á Svangaskarði
Víkingur venur á Svangaskarði
Markus Hellisdal gjørt sáttmála við EB/Streym
Markus Hellisdal gjørt sáttmála við EB/Streym
Staðfest: Gilli til TB
Staðfest: Gilli til TB

Leikaraflytingar 2023

NavnFráTil
Steven van DijkThe Cove07 Vestur
Gilli R. SørensenOddsTB
Issah Ahmed LatifMobile Phone People FCKÍ
Simeon PetrovPrva IskraTB
Markus ThorbergHallingdalTB
Markus HellisdalB36 (1.deild)EB/Streymur
Chris JastrzembskiPrey VengTB
Ragnar B. DanielsenEB/Streymur(givin)
Ndende A. GueyeTB(givin)
Sivert GussiåsSandefjordKÍ
Brian JakobsenB36AB
Emil W. JoensenSkálaB36
Valerijs SabalaKÍB36
Viktor Helgi BenediktssonVillanovaAB
Emil BergerLeiknirHB
Salmundur Bech(ikki spælt)TB
Gonzalo ZárateKF UlpianaÍF
Niels JensenB68(uttanlands)
Jacob Gottberg EkenasAB
Anders HoffAC HorsensTB
Jann BenjaminsenHøddB36
Tórður ThomsenNSÍB68
Magnus H. JacobsenB3607 Vestur
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Jhon MenaMakedonijaÍF
Rani HansenVíkingur (1.deild)EB/Streymur
Ruben Møller NielsenB67 OdenseÍF
Luc KassiStabækKÍ
Taufee SkandariNew SalamisB36
Noah MneneyVíkingurBryne
Poul Ingason(ikki spælt)TB
Pætur PetersenHBKA
Markus PettersenBrannKÍ
Villiam KleinUndriðB68
Isak JönssonTrelleborgB36
William TonningLuleåAB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Danis ZvirkicAB(ógreitt)
Øssur DalbúðHB(ógreitt)
Lukas EvevoldsenB36Brabrand
Ári Arge07 Vestur(ógreitt)
Vegard ForrenTræffKÍ
Matthew LeeTB(ógreitt)
James WilcoxTB(ógreitt)
Rói M. HentzeB68KÍ
Mikkel DahlLeiknirHB
Aramis KouzineThistedAB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Anders HolvadKÍFredericia
Jónas WarnerB71B68
Aron KnudsenNSÍB36
Sam PollardPerth RedstarAB
Mathias RosenørnKÍKeflavík
Anders NagelTB(ógreitt)
Jóhann HanssonEB/Streymur07 vestur
Mads Borchers07 VesturHB
Mikkel BlåholmTB(ógreitt)
Silas Eyðsteinsson07 VesturB36
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Steffan A. LøkinB68NSÍ
Martin Tausen07 Vestur(gevst)
Bergur PoulsenVíkingur (1.deild)EB/Streymur
Poul KallsbergSkálaVíkingur
Jørgen NielsenNSÍB68
Nicklas MehlSilkeborg (U19)AB
Uros StojanovSkála07 Vestur
Ragnar SamuelsenB36B68
Kristian JoensenEB/StreymurNSÍ
Matthias P. NielsenABHB
Alex MellemgaardB36B68
Jesper BrinckKÍBrabrand
Meinhardt P. JoensenKÍ(givin)
Jonas SapienzaAB(ógreitt)
Ronni Møller-Iversen07 VesturHøjslev
Yevhenii KholmetskyiAB(ógreitt)
Jákup N. OlsenSkálaÍF
Erik McCueABEl Paso
Terji BrynjarssonB68(uttanlands)
Aidan LiuB68Vejle
Martin AgnarssonB36Viborg
Daniel JohansenHBFredericia
Dmytro LytvynKÍLourosa FC
Thor HøholtB36Lyngby
Gustav KjeldsenHBVestri
Vís meira

Stigatalvan 2023

1. KÍ3 stig
2. HB3 stig
3. B363 stig
4. EB/Streymur3 stig
5. 07 Vestur3 stig
6. ÍF0 stig
7. AB0 stig
8. B680 stig
9. Víkingur0 stig
10. TB0 stig

Málskjúttar

Páll A. KlettskarðKÍ4 mál

Upplegg

Mads BorchersHB3 upplegg
Patrick Da SilvaKÍ2 upplegg

Málstig

Páll A. KlettskarðKÍ5 mál/upplegg
Mads BorchersHB4 mál/upplegg
Patrick Da SilvaKÍ2 mál/upplegg
Taufee SkandariB362 mál/upplegg
Rógvi EgilstoftEB/Streymur2 mál/upplegg
Bjarki NielsenB362 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 1. umfar

EB/Streymur2 mál
07 Vestur1 mál
HB1 mál
TB0 mál
ÍF0 mál
Víkingur0 mál
KÍ0 mál
B680 mál
AB0 mál
B360 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ0 mál
B36 0 mál
EB/Streymur0 mál
HB0 mál
Víkingur0 mál
TB0 mál
07 Vestur0 mál
ÍF1 mál
B681 mál
AB2 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ7 mál
B363 mál
HB3 mál
TB1 mál
B681 mál
Víkingur0 mál
AB0 mál
07 Vestur0 mál
EB/Streymur0 mál
ÍF0 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

B360 mál
EB/Streymur0 mál
AB0 mál
ÍF0 mál
07 Vestur0 mál
KÍ1 mál
HB1 mál
B683 mál
Víkingur3 mál
TB7 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB18 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ14 mál
P. KnudsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. KÍ0 stig
2. NSÍ0 stig
3. HB0 stig
4. B360 stig
5. Víkingur0 stig
6. EBS/Skála0 stig
7. 07 Vestur0 stig
8. TB/FCS/Royn0 stig

Málskjúttar

Heidi Sevdal NSÍ0 mál
Livyan SilvaB360 mál
Stefani CabralNSÍ0 mál
Emma HansdóttirB360 mál
Tóra MohrKÍ0 mál
Lea LisbergEB/Streymur/Skála0 mál
Evelin Mastropasqua07 Vestur0 mál
Durita HummelandKÍ0 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti (6)FráTil
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt (2)FráTil
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2023