Vit kenna tað, at tá Champions League dystir eru, so spæla ungdómslið hjá somu feløgum á sama stað fyrr um dagin.
Eins og tær stóru kappingarnar, so verður UEFA Youth Cup eisini broytt frá 2024. Og tað fær eina góða ávirkan á Føroyar, tí nú kemur eitt føroyskt lið at luttaka.
Liðini frá kapping nr. 25 til 55 koma at byrja í 1. umfari. Føroyar liggja í løtuni nr. 41, so tað er her, at føroyska liðið kemur at luttaka. Tað verður lutakast og liðini spæla ein heimadyst og ein útidyst. Vinnarin kemur í 2. umfar og so koyrir tað allan vegin, at vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari. Í 2. umfari koma meistarar frá londunum frá nr. 1 til 24 við, so tá kunnu nøkur av størstu talentunum í heiminum koma at møta føroyska liðnum, um tað eydnast at koma víðari eitt umfar. Frá 1/8 finalunum verða liðini blandað saman við ungdómsliðunum hjá liðunum, sum hava spælt í bólkaspælinum í Champions League.
Frá FSF hava fingið upplýst, at tað verður vinnarin av U17-kappingini í 2023, sum spælir seg til hesa kappingina. 1. umfar í 2024, har føroyska liðið skal luttaka, verður 4. og 24. oktober. Í 2024 verður aldursmarkið, at leikarar skulu verða føddir í 2006 ella seinni (hægst 18 ár). UEFA rindar fyri ferðing og uppihald.
Hyggja vit eftir U17-kappingini nú, so er endaspælið júst byrjað. Har er bara ein dystur leiktur, sum Skála vann 5-3 á Víkingi. Hini liðini í meistarabólkinum eru 07 Vestur, HB, B36 og TB/FCS/Royn. Hyggja vit eftir innleiðandi kappingini, so endaði HB fremst, beint frammanfyri Víking. So var langt aftur til hini. Skála, sum hevur nógv flestar U17-landsliðsleikarar (4), vann B-bólkin og er tí júst flutt upp í meistarabólkin. Sigurin á Víkingi kundi kanska bent á, at Skála kann geva HB og Víkingi kapping um FM, sum hesaferð eisini gevur UEFA Youth League pláss, ið má verða ein sera spennandi gularót til slík ungdómslið. Tað eru ikki eins strong krøv til heimavøllirnar í hesi kapping og sum skilst lúka teir flestu vøllirnir í Føroyum krøvini.