Boubacar Dabo, Dávid B. Andreasen og Bartal Páll Klein vóru leikararnir aftanfyri málini, tá B36 vann toppdystin móti NSÍ.
Tað bleiv ein undirhaldandi toppdystur í Gundadali í kvøld. NSÍ byrjaði nógv betri og B36 kom nærum ikki framum miðjuna fyrsta korterið. Petur Knudsen fekk størsta møguleikan og NSÍ skuldi fleiri ferðir tikið leiðsluna. Spakuliga kom B36 betri inní dystin og Bartal Páll Klein skeyt á stongina.
Í seinna hálvleiki vendist dystargongdin, og nú hevði B36 munin. Bartal Páll Klein sendi enn einaferð eina roynd á stongina. Men B36 fekk hol á, tá Bartal Páll Klein og Dávid B. Andreasen spældu seg ígjøgnum, har Dávid síðani fann Boubacar Dabo, sum fram til tá nærum einki hevði fingið burturúr, hegnisliga sendi bóltin í málið. Og beint aftaná vann Bartal Páll Klein nærdyst við Viljorm Davidsen. Hann fekk ikki mál, men uppá leysa bóltin endaði bólturin umvegis NSÍ-málverjan hjá Dávid B. Andreasen, sum stakk seg framum NSÍ-verjuna og so var 2-0, ið gjørdust úrslitið. NSÍ hevði møguleikar at skora og serliga Daniel Obbekjær var nær við ofta eftir deyðbóltsstøður.
Dagsins leikari var allarhelst B36-málverjin Silas Eyðsteinsson, sum hevði fleiri stórbjargingar gjøgnum dystin.
Víkingur enn ein dyst uttan mál
Fyri fimtu ferð fór Víkingur av vøllinum uttan at skora mál, tá 07 Vestur óvæntað vann sær stig í Sarpugerði, har tað endaði 0-0.