FSF hevur broytt reglarnar fyri leikbann í vetur.
Tríggir leikarar fingu reytt kort í 1. umfari í kappingini um løgmanssteypið. Ragnar Joensen hjá TB, Bartal Petersen hjá AB og Ahmed Latif hjá KÍ. Ragnar fekk beinleiðis reytt kort og har eru reglarnir óbroyttir, har hann skal sita leiklbannið yvir komandi dyst/dystir.
Vóru reglarnir sum undanfarnu ár, so høvdu Bartal og Ahmed báðir havt leikbann í landskappingini komandi umfar. Men soleiðis er ikki, tí reglarnir eru broyttir. Helst tí at vit síðstu árini sóu fleiri dømi um leikarar, sum fingu sær reyð kort við vilja í seinnu hálvfinaluni fyri at sleppa at spæla steypafinalu. Tað merkir, at Ahmed Latif er tøkur hjá KÍ í morgin móti Víkingi og Bartal Petersen er tøkur til dystin hjá AB móti NSÍ.
Nú siga reglarnir, at gulu kortini og reyð kort, tá talan er um tvey gul, fylgja leikaranum í kappingini, har tey vóru givin. Hetta forðar m.a., at vit sum síðstu árini koma at síggja leikarar fáa sær seinna gula kortið ’’við vilja’’ í seinnu hálvfinaluni fyri at verða tøkir til finaluna.
Men beinleiðis reyð kort verða framvegis galdandi komandi dyst óansæð kapping. Tí kunnu vit koma í dømi sum, at ein leikari fær gult kort í fyrru hálvfinaluni og so aftur gult í seinnu hálvfinaluni. Í tí løtuni hevur hann leikbann til finaluna og tað hevur hann eisini, um hann fær eitt gult kort afturat og harvið reytt. Men fremur hann eina so grova gerð, at hann fær beinleiðis reytt kort, so situr hann yvir komandi dyst og verður tøkur til finaluna. Tað fer við øðrum orðum nú í slíkum dømum at loysa seg at fáa beinleiðis reytt kort, um ein ynskir at spæla finaluna.
Tá lið útsligin í steypakappingini, so telur leikbannið komandi dyst í landskappingini.
Bolt.fo hevur í morgun verið ísamband við ábyrgdarpersónar í fleiri fleiri feløgum og eingin ella fá tykjast verða kunnað um hesar kollveltandi broytingar. Men FSF hevur kunnað feløgini um hetta hava vit eisini fingið upplýst. Tað kann merkja, at lið hava havt venjingar upp undir dystir í vikuskiftinum undir skeivum fortreytum um manning hjá egnum liði ella mótstøðuliði.
Sí reglur niðanfyri.
Grein 37a sigur:
Stk. 5. Givnar ávaringar føra við sær leikbann fyri viðkomandi leikara í teirri deild hann hevur fingið ávaringina. Ávaringar givnar í steypakappingum eru bert galdandi fyri dystir í steypakappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti. Ávaringar givnar í landskappingini eru bert galdandi fyri dystir í landskappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti. Hetta leikbann verður at yvirsita í steypakappingini sama ár. Um liðið er úti av steypakappingini, verður leikbann at sita av fyrstkomandi landskappingardyst. Um lands- og steypakappingin er liðug, verður leikbann at yvirsita fyrstkomandi dyst/dystir.
Greinin er dagførd kl. 15.22