Í dag tryggjaði norskt felag, sum ikki hevði vunnið meistaraheitið síðani 1991, sær meistaraheitið. Vit síggja eitr rák í Skandinavia, har feløg vinna meistaraheitið, sum ikki hava gjørt áður ella í nógv ár.
Í Norra var síðsta umfar leikt í dag. Einki var avgjørt undan síðsta umfarinum, men Viking kundi avgera að sjálvt og greiddi sína skyldu við 5-1 sigri á Vålerenga. Hetta er fyrstu ferð síðani 1991, at Viking vinnur norska meistaraheitið. Og hetta er eitt meistaraheitið, sum er sera nógv vert í pengum, tí norskur fótbóltur og serliga Bodø/Glimt hevur klárað seg so væl síðstu fimm árini, at Viking byrjar í play-off í Champions League og harvið hevur tryggjað sær í minsta lagi deildarspæl í Evropa League deildini.
Í Svøríki vann Mjällby svenska meistaraheitið. Hetta var fyrstu ferð í søgu felagsins. Svenski býurin hevur 1500 íbúgvar.
Í Danmark er kappingin ikki komin so langt enn, men har liggur AGF á odda eftir 17 umfør. AGF hevur ikki vunnið meistaraheitið síðani 1986.