Verða Føroyar ikki millum 36 tey bestu, so er tað farin tíð at møta teimum bestu og kendu londunum.
UEFA heldur:
- Nógv undankappingardystir eru ov keðiligir
- Nógv stór lond vinna ov lætt móti smáum londum
- Og sjónvarpsvirðið minkar.
Tí vil UEFA hava fleiri javnar og spennandi dystir. Tað byrjar í 2028 hevur UEFA kunngjørt í dag.
Í Nations League verða tríggjar deildir við 18 liðum. Síðani verður bólkar við seks liðum, har hvørt lið spælir ein dyst móti fimm ymiskum liðum. Í deild c verða sjey lið í eina bólkinum, tí 55 lond eru tilsamans.
Í HM- og EM-undankappingum verða tvær deildir. Nations League-styrkismetingin verður brúkt til at flokka liðini í deild eitt, har 36 lond verða ella deild tvey, har 18 lond verða.
Í deild 1 verða tríggir bólkar á 12 lið, har liðini spæla seks dystir móti seks ymiskum liðum, meðan tað í deild 2 verða tríggir bólkar á seks lið(og ein bólkur á sjey), har liðini spæla móti fimm ymiskum liðum í líknandi skipan sum vit kenna frá Champions League/Evropa League/Conference League deildunum.
Síðani verða røkkstøkkdystir um upp- og niðurflyting og um pláss at sleppa til endaspøl. Ikki er so nógv komið fram enn um tann partin, hvussu lægri liðini kunnu sleppa til endaspøl, men tankin er, at tey liðini ikki skulu verða útihýst.
Føroyar hava ligið á plássum um 40-42. pláss í Nations League síðstu árini, har liðiåð hevur spælt í deild c, og tá hevur verið mett, at Føroyar hava staðið seg væl. Tí verður ein stór avbjóðing at javnan koma millum 36 tey bestu, men tó ikki ómøguligt, um framgongdin heldur fram, sum vit hava sæð síðstu árini.