Væl kenda hjálpin til dómararnar kemur nú til Føroyar.
VAR er hjálpin av myndatólum til dómarar, sum skal minka um talið av dómaramistøkum í fótbóltsdystum.
Bolt.fo skilir, at arbeiðið við at fáa VAR í føroyskan fótbólt er komið langt og at møguleiki er fyri, at tað kemur longu í 2024 og um ikki, so í síðsta lagi í 2025.
Talan er um sonevnda VAR-light, sum er ein skipan, sum krevur trý myndatól.
Talan verður í fyrstu atløgu um útvaldar dystir í bestu mansdeildini, har ein møguleiki er, at ein dystur í hvørjum umfari fer at hava VAR-light. Og tá verður helst talan um ein dyst, sum liggur fyri seg sjálvan, tí ein VAR-light dystur krevur fleiri upptøkufólk og fleiri dómarar.
VAR er ein skipan, sum síðstu árini hevur koyrt í nógvum kappingum. Liðini sum spæla í altjóða fótbólti brúka hana viðhvørt og landsliðini brúka hana til undankappingar. Eisini skulu føroysku altjóða dómararnir hava førleikar til hesa skipan, sum teir brúka til nógvar altjóða dystir og sum rákið er, so økist talið av kappingum, sum koyra við VAR.