Steven Gerrard er uppá tal at blíva landsliðsvenjari.
Í kvøld skriva miðlar í Póllandi, at Steven Gerrard er uppá tal at blíva landsliðsvenjari hjá Póllandi og at tað nú stendur honum í boði at taka starvið. Verður tað veruleiki, so kemur hann til Føroyar í ár, tí Pólland er í bólka saman við Føroyum í EM-undankappingini.
Steven Gerrard, sum m.a. er einasti leikari, ið hevur skorað mál í øllum teimum stóru finalunum hjá enskum feløgum, hevur verið venjari hjá Rangers og Aston Villa.