Tað ljóðar, at FSF og Atli Gregersen eru við at finna eina loysn soleiðis, at venjaraparið framvegis verður sum ætlað.
Í dag hava vit fingið ábendingar frá fleiri sum benda á, at glið er komið á samráðingarnar og at Atli Gregersen nú er meira innanfyri enn uttanfyri, hóast vit ikki eru komin á mál. Helst er talan um eina loysn, har hann sleppur at spæla við Víkingi í ár afturat fyri síðani at gevast.
Sostatt bendur nú okkurt aftur á, at høvuðsvenjari verður Eyðun Klakstein og hjálparvenjari verður Atli Gregersen.