FIFA hevur kunngjørt, at á fyrsta sinni fáa feløg, ið lata leikarar til HM-undankappingardystir, pengar fyri hvønn dyst, har leikarar standa á dómaraseðlanum.
Tað hevur verið til EM- og Nations League síðstu árini, men hetta er fyrstu ferð, at landsliðspengar koma fyri HM-undankappingardystir. Upphæddin er nakað minni, tí meðan hon liggur um 30.000 kr. fyri EM og Nations League, so liggur hon á áleið 17.000 kr. pr. dyst fyri HM-undankappingardystir, men hetta stendur ikki upplýst nakrastaðni, so tað skal takast við fyrivarni. Átta HM-undankappingardystir eru í 2025, har tríggir eru eftir at spæla.