Oddsini siga, at fyrrverandi HB-venjarin nú er favorittur at taka yvir í stórfelagnum í Skotlandi.
Jens Berthel Askou var venjari hjá HB í 2020 og vann greipuna í sínum einasta ári í Føroyum. Síðani hevur hann verið høvuðsvenjari hjá AC Horsens, IFK Gøteborg og nú Motherwell. Umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá Sparta Prag og FCK.
Í Motherwell hevur gingið sera væl hetta kappingarárið í bestu skotsku deildini, har liðið liggur á 4. plássi og bara hevur tapt tríggjar dystir. Farna kappingarár endaði liðið á 9. plássi áðrenn fyrrverandi HB-venjarin tók yvir.
Celtic hevur havt stórar trupulleikar hetta kappingarárið í landskappingini, har Hearts framvegis er oddalið og tað er longu greitt, at Celtic skal hava nýggjan venjara. Jens Berthel Askou hevur verið settur í samband við Celtic og nú er hann á fyrsta sinni størsti favorittur hjá veddingarfyritøkum at blíva venjari hjá Celtic í summar. Bet365 hevur hann fremst frammanfyri kendar venjarar sum Roberto Martinez, Ange Postecoglou, Martin O’Neill, Robbie Keane og Graham Potter.