Gjørdi eitt stórt hál í stórsigri í gjár.
Rúnar Johnsson úr ÍF hevur leingi verið toppskjútti í 2.deild, men soleiðis er ikki longur. Í 11-0 sigrinum á B36 í gjár skoraði 20 ára gamli Fríði Holm fýra mál fyri FC Suðuroy og hann kom uppá tilsamans 26 mál fyri 18 dystir, sum ger hann til toppskjútta í deildini, nú trý umfør eru eftir.
Úrslitini í 2.deild í gjár vóru:
KÍ-AB 0-2
Víkingur-MB 5-3
FC Suðuroy-B36 11-0
Skála-Royn 2-0
NSÍ-07 Vestur 5-0
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.