Tríggir málskjúttar við sínum fyrstu landsliðsmálum.
Føroyar vunnu greiðan 4-0 sigur á Liktinstein á Marbella í Spania í dag. Stórur munur var á liðunum. Í fyrra hálvleiki skoraði Pætur Petersen tvær ferðir. Í seinna hálvleiki økti Adrian Justinussen og innskifti Arnbjørn Svensson. Sostatt bara málskjúttar, sum ikki hava spælt stóran leiklut á landsliðnum áður.
Samanlagt eitt gott føroyskt avrik, eingin skaði og ein góð upphiting til stóru uppgávuna móti Danmark týskvøldið.