Leygardagin verður ársins fyrsti skrásetti dystur.
Um vit hyggja eftir síðstu venjingardystunum hjá KÍ og HB, so sást, at nógvir leikarar dragast við skaðar ella snuddir. Hjá KÍ vóru sjey leikarar, sum ikki spældu móti B36, meðan tríggir leikarar fóru út við skaðum. Hjá HB spældu tríggir leikarar ikki móti Víkingi, meðan fleiri nýggir leikarar væntast koma í hópin, sum tó ikki verða klárir til stórsteypadystin.
Tað er tó sannlíkt, at fleiri av hesum leikarum, sum ikki spældu síðsta venjingardyst, verða tøkir til ein leiklut nú talan er um stórsteypadyst, sum feløgini vanliga taka meira seriøst enn venjingardystir.
Hesir antin vóru skaddir ella fóru út við skaðum síðsta vikuskifti:
KÍ
Mark F. Jensen
Jóannes K. Danielsen
Gilli R. Sørensen
Robert Williams
Deni Pavlovic
Hallur Hansson
René Shaki
Jonn Johannessen
Patrik Johannesen
Erlend Hustad
HB
Amidou Diop
Heðin Hansen
Jákup Thomsen
(umframt tveir nýggir álopsleikarar, sum væntast at skriva undir áðrenn flytingarvindeyga stongir)