Nakrir leikarar spæla heilt vist ikki hesar landsdystirnar vegna skaðar, men nógvir eru ivasamir. Landsliðið til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia verður úttikið mánadagin.
Hesir eru heilt vist ikki tøkir vegna skaðar:
Hallur Hansson
Brandur H. Olsen
Hørður Askham
Síðani koma nakrir, sum einki felag hava havt í nakrar mánaðir:
Gunnar Nielsen
Gilli R. Sørensen
Síðani koma nakrir sum eru skaddir í løtuni, men alment ikki eru avskrivaðir at blíva klárir:
Jóannes Bjartalíð
Hannes Agnarsson
Andrass Johansen
Meinhard E. Olsen
Afturat hesum koma leikarar við sera avmarkaðari spælitíð síðstu mánaðirnar. Føroysku leikararnir sum spæla í deildum á hægsta stigi hava næstan uttan undantak onga spælitíð í longri tíð. Sambært Transfermarkt hevur Jóan Símun Edmundsson ikki spælt síðani 17. september. Martin Agnarsson hevur ikki spælt síðani 19. oktober og Petur Knudsen hevur ikki spælt síðani 22. apríl, men var á bonkinum seinast móti Brøndby. Hinvegin stendur Stefan Radosavljevic helst betri fyri enn nakrantíð at sleppa í hópin, tí í Írlandi er kappingin fleiri umfør gomul, har leiktíðin er økt fyri hvørt umfar og síðsta umfar spældi Stefan fulla leiktíð í 2-1 sigri á St. Pat’s í írsku kappingini, sum má metast at verða á hægri stigi enn føroyska kappingin.
Tað tykist sannlíkt, at nógvir av hesum nevndu leikarunum sum eru frískir, koma at verða úttiknir. Eisini havandi søguna í huga. Tað eru fáir landsdystir gjøgnum eitt ár og tað verður ofta raðfest, at sleppa undan stórum útskiftingum í hópinum.