U21-landsliðið var nær við heilt stóra úrslitinum móti Fraklandi í gjár.
Frakland var betra liðið og hevði eisini møguleikar til at skora mál, men ímun til dystin í Føroyum, so vóru fraklendingar óskarpir og tí var bara 1-0, tá fáir minuttir vóru eftir. Færoyar fingu hornaspark og innskifti Thomas Bjørn Miezan var sentimetrar frá at javna í 89. minutti. Tað endaði 1-0.
FSF skrivar:
Føroyska U21 landsliðið var væl við, men tá avtornaði vunnu fransmenn ein tepran 1-0 sigur, og eru nú nummar eitt í bólkinum.
– Vit eru øgiliga væl nøgdir við avrikið í dag, har allir spælararnir arbeiða knallhart, og um væl vildi til, so fingu vit eitt stig heim við.
Soleiðis sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum mánakvøldið møtti Frankaríki á útivølli.
Úrslitið gjørdist 1-0 til fransmenn, sum stutt fyri leiklok fingu eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Mathys Tel, ið spælir fyri enska stórfelagið Tottenham Hotspur, setti í netið.
Føroyska liðið dúvaðið upp á umstillingar og deyðbóltar, og í trimum førum var heilt nær við, at okkara dreingir lupu hvøkk á teir umleið 7.000 áskoðararnar á Des Alpes Stadion í Grenoble. Men bólturin vildi tíverri ikki í franska málið
Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður 27. mars komadi ár, á útivølli móti Sveis.