logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Munandi meira pengar til føroysku feløgini í 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Munandi meira pengar til føroysku feløgini í 2025

Skrivað : Jákup Ósá | 24-10-2024 11:26

Sonevnda solidaritets-puljan frá UEFA økist við 70-80 % og mátin at býta tað út uppá broytist eisini kollveltandi.

Solidaritets-pengar eru pengar, sum UEFA sum fyriskipari fær frá stórum kappingunum sum Champions League, Europa League og Conference League, men sum verða býtt út til feløgini, sum ikki luttaka í bólkaspæli/deildarspæli.

Vanligt hevur verið í Føroyum síðstu árini, at solidaritets-pengarnir eru oyramerktir til ymisk endamál, sum feløgini síðani hava kunna søkt um. Upphæddirnar kundu koma uppá 800.000 krónur fyri tey, sum livdu upp til øll krøvini. Les nógv meir um tað í grein, sum vit hava skrivað áður HER

 

Feløgini fáa stóra upphædd 1. februar

Men nú verður hetta broytt frá 2025. Tí UEFA og ECA (sum er ein altjóða felagsskapur fyri feløg) hava samtykt eina nýggja skipan. Solidaritetsupphæddirnar frá UEFA til feløgini, sum ikki koma í deildarspæl, hækka samlað 76 %. Føroyar fáa eina upphædd (70 %) eftir, hvar Føroyar liggja á listanum fyri fyri feløg og har liggja Føroyar fyri 2024/25 á 42. plássi og eina upphædd (30 %) í lutfalli eftir, hvussu stóra inntøku felagið við størstu UEFA-inntøku hjá landinum fær. Í 2026 koma Føroyar at fáa pengar útfrá 38. plássi vegna serliga úrtslitini hjá KÍ í 2023, so tá vaksa upphæddirnar. Vit hava ikki enn fingið eina útgreining um, hvussu hetta skal roknast.

Føroyar fara at fáa upphædd útfrá, at Føroyar liggja á 43. plássi av teimum 55-limalondunum hjá UEFA á fimmárastyrkislistanum fyri feløg. Kristin Dam Ziska, aðalskrivari hjá FSF, sigur, at í 2023 blivu átta milliónir býttar út í solidartetspengum. Tá lógu Føroyar á 44. plássi.

Siga vit eina øking á 76 %, so økist upphæddin uppá 14 milliónir. Men sum skilst frá keldum í føroyskum feløgum, sum hava luttikið á ECA, so kann upphæddin koma uppá 18,5 milliónir, men sum nevnt fyrr, so mangla vit upplýsingar um, hvussu hetta verður roknað út og tí skal tað takast við fyrivarni.

Sostatt fara vit burturfrá, at feløgini skulu søkja um ymiskar puljur. Ístaðin fáa tey eina stóra upphædd, har 75 % verður útgoldið 1. februar í 2025.

Upphæddirnar eru til øll lið í bestu deildini, sum ikki koma í deildarspæl og øll fáa somu upphædd, so støddin av feløgum hava ongan tydning. Fyrr hava meistararnir og liðini, sum hava luttikið í Evropa, ikki fingið eins nógv sum hini, men hetta verður nú broytt. Tó kunnu lond, um minst 75 % av feløgunum siga gott fyri tí, geva 15 % til feløgini í næstbestu deildini, sum hava síni bestu lið har. 15 % av 18,5 mió er áleið 2,8 mió, sum í 2025 skal býtast í fýra, sum gevur áleið 700.000 í part. Feløg lægri enn 1.deild fáa einki, so har fara feløgini saman við FSF væntandi helst at finna eina skipan, sum gevur teimum (í 2025 verða tey FC Hoyvík, MB og Royn) nøktandi umstøður.

Siga vit, at feløgini semjast um, at geva 15 % til 1.deild, sum helst er sannlíkt, so verða áleið 15,7 mió at býta til tey 10 feløgini í Betri Deildini, sum fer at geva 1,6 mió í part. Og 75 % av teimum verður útgoldið 1. februar, sum er áleið 1,2 mió. Afturat hesum fáa feløgini aðrar inntøkur, sum ikki eru fevndar av solidaritetspengunum. M.a. fyri navnarættindi (Betri) og sjónvarpsrættindi (Televarpið).

 

Krøv fylgja við

Fyri at søkja UEFA um hesar pengarnar krevst, at feløgini liva upp til nakrar treytir. Hetta eru treytir sum at felagið skal hava stýr á tí fíggjarliga, hava skipaða ungdómsdeild, hava kvinnufótbólt, venjingarumstøður og nøkur onnur ting. Við tað at hetta er nýtt fyri feløgini, so skulu tey ikki lúka øll krøvini beinanveg, men ein skiftistíð verður, har øll krøv koma í gildið um tvey-trý ár. Niðast í greinin hava vit endurgivið hesi punktini frá UEFA.

 

Feløgini fáa kunning

Vit spurdu Kristin Dam Ziska, aðalskrivara, um hesar broytingarnar. Hann váttar, at hetta kemur í gildið í 2025 fyri føroyskan fótbólt og at upphæddirnar økjast munandi ímun til undanfarnu ár. Men enn hevur FSF ikki fingið upplýst um upphæddir og smálutir í skipanini, men hetta væntast innan tvær vikur og tá fáa feløgini kunning um hetta.

 

Sostatt koma feløgini í Betri Deildini hjá monnum at hava óvanliga gott fíggjarligt grundarlag ímun til undanfarnu ár, sum longu fer at merkjast 1. februar. Men hetta fer eisini at seta krøv til feløgini, sum skulu lúka nakrar treytir, sum nevndar eru fyrr í greinini. Samstundis eru feløgini neyvan áhuga í, at øktu inntøkurnar frá UEFA enda við lønarhækkingum til m.a. leikarar, men tann vandin lúrir altíð.

 

Krøvini sum feløg skulu klára um tvey ár verða orðað soleiðis hjá UEFA:

 

Keldur:

uefa.com

ECA

fsf.fo

Share

Nýggjastu tíðindir

So nógv ávirkast solidaritetspengarnir av úrslitunum í altjóða fótbólti
So nógv ávirkast solidaritetspengarnir av úrslitunum í altjóða fótbólti
Árni Nóa Atlason heldur ikki fram í Egersunds
Árni Nóa Atlason heldur ikki fram í Egersunds
Ari legst afturat venjaratoyminum
Ari legst afturat venjaratoyminum
Føroyar vunnu Fair Play steypið
Føroyar vunnu Fair Play steypið
Hillerød ynskir at fáa Jørgen Nielsen
Hillerød ynskir at fáa Jørgen Nielsen
Fáar leikararflytingar millum topp 5
Fáar leikararflytingar millum topp 5
Hesin verður nýggjur eykamálverji í Víkingi
Hesin verður nýggjur eykamálverji í Víkingi
Hesin skal venja 07 Vestur
Hesin skal venja 07 Vestur
Fleiri venjarar leggjast afturat venjaratoyminum hjá Víkingi
Fleiri venjarar leggjast afturat venjaratoyminum hjá Víkingi
Aron heldur fram í Víkingi
Aron heldur fram í Víkingi
Sølvi tekur eitt tørn afturat
Sølvi tekur eitt tørn afturat
B68 gav flestar minuttir til U21-leikarar
B68 gav flestar minuttir til U21-leikarar
VAR byrjar í Betri Deildini í 2026
VAR byrjar í Betri Deildini í 2026
AB hevur ikki stóra frágongd
AB hevur ikki stóra frágongd
Skála missir miðvallarleikara
Skála missir miðvallarleikara
Yvirlit yvir lokalar minuttir í 2025
Yvirlit yvir lokalar minuttir í 2025
Nú hevur Bogi tikið støðu
Nú hevur Bogi tikið støðu
Forsøgn: Her byrja Víkingur og NSÍ í Conference League
Forsøgn: Her byrja Víkingur og NSÍ í Conference League
Forsøgn: HB verður styrkismett í 2. umfari
Forsøgn: HB verður styrkismett í 2. umfari
Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja um hjálp
Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja um hjálp

Leikaraflytingar 2026

NavnFráTil
Bergur GregersenVíkingur(givin)
Dávid B. AndreasenKÍB36
Luca ChadliAB(ógreitt)
Elias HaugSkála(ógreitt)
Fabian NessNSÍFF Jaro
Jeremiah OkornoeAB(ógreitt)
Sølvi JohannessenKÍ (1.deild)Skála
Ragnar SkálaVíkingurAB
Teitur KnudsenNSÍB68
Amidou DiopTBHB
Markus ReisiMBSkála
Marius K. LindhB36NSÍ
Torkil Úlvur HolmTBB68
Ahmed LatifKÍB68
Filip DjordjevicB36Víkingur
Fríði á BorgB68FC Hoyvík
Mikkel Hyllegaard07 VesturVíkingur
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Nicolai Dohn07 VesturB68
Páll Eirik DjurhuusVíkingurAB
Jimmy AbdulFC SuðuroyAB
Hassou Diaby NdiayeNSÍ(ógreitt)
Tróndur SjúrðarsonFC SuðuroyHB
Henrik OsenNSÍ(ógreitt)
Lars MarkmanrudNSÍ(ógreitt)
Jonathan WembonyamaB68(ógreitt)
Jasper Van Der HeydenNSÍ07 Vestur
Emanuel KulegoB68(ógreitt)
Atli GregersenVíkingur(givin)
Viljormur DavidsenHBNSÍ
Hans Jákup ArngrímssonVíkingurSkála
Claes KronbergKÍ(givin)
Tobias Giusti07 Vestur(uttanlands)
Reinis ReinholdsHB(ógreitt)
Aleksander Ó. JensenB68(uttanlands)
Klavs KramensHB(ógreitt)
Silas Gaard07 VesturSkála
Bárður Ó. JensenB68(uttanlands)
Mattias HellisdalB36Våsterås
Boubacar DaboEB/StreymurLincoln
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Vís meira

Stigatalvan 2025

1. KÍ73 stig
2. HB64 stig
3. NSÍ60 stig
4. Víkingur44 stig
5. B3642 stig
6. B6826 stig
7. EB/Streymur26 stig
8. 07 Vestur15 stig
9. FC Suðuroy15 stig
10. TB12 stig

Málskjúttar

Klæmint A. OlsenNSÍ26 mál
Páll A. KlettskarðKÍ21 mál
Emil G. PedersenHB20 mál
Árni FrederiksbergKÍ18 mál
Brandur H. OlsenNSÍ11 mál
Patrik JohannesenKÍ11 mál
Petur KnudsenNSÍ11 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ19 upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ16 upplegg
Petur KnudsenNSÍ12 upplegg
Patrik JohannesenKÍ12 upplegg
Mikkel Hyllegaard07 Vestur11 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ9 upplegg
Aron KnudsenNSÍ9 upplegg
Pætur PetersenB368 upplegg
Jasper Van Der HeydenNSÍ8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ37 mál/upplegg
Klæmint A. OlsenNSÍ31 mál/upplegg
Brandur H. OlsenNSÍ27 mál/upplegg
Emil G. PedersenHB27 mál/upplegg
Páll A. KlettskarðKÍ24 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ23 mál/upplegg
Patrik JohannesenKÍ23 mál/upplegg
Aron KnudsenNSÍ18 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

KÍ33 mál
NSÍ25 mál
B3621 mál
B6816 mál
HB15 mál
Víkingur14 mál
TB9 mál
EB/Streymur9 mál
07 Vestur9 mál
FC Suðuroy4 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ7 mál
HB8 mál
Víkingur10 mál
NSÍ14 mál
B6815 mál
07 Vestur15 mál
EB/Streymur19 mál
TB19 mál
B36 20 mál
FC Suðuroy28 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

NSÍ65 mál
KÍ57 mál
HB50 mál
Víkingur25 mál
07 Vestur24 mál
B3623 mál
EB/Streymur19 mál
FC Suðuroy18 mál
B6818 mál
TB16 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ10 mál
B3617 mál
Víkingur19 mál
NSÍ22 mál
HB26 mál
07 Vestur37 mál
EB/Streymur37 mál
FC Suðuroy41 mál
B6842 mál
TB66 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ15 mál
P. KnudsenNSÍ8 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl kvinnur FMStig:
1. KÍ59 stig
2. NSÍ56 stig
3. HB37 stig
4. Víkingur31 stig
Niðari bólkurStig:
1. B3637 stig
2. Skála31 stig
3. 07 Vestur12 stig
4. FC Hoyvík7 stig

Málskjúttar (grundspæl + endaspæl)

Heidi Sevdal NSÍ32+6 mál
Sara BenjaminsenSkála11+18 mál
Tóra MohrKÍ24+3 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ16+5 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2025 (7)FráTil
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Daniel JohansenHBFredericia
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ13
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup B. AndreasenKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2025