Kann tað fáa ávirkan á úrslitini í dystum, sum TB-leikarin hevur leikt fyrr í ár?
Mohamed Samba er útleigaður frá HB til TB fyri hetta kappingarárið. Tann avtalan kom uppá pláss stutt undan kappingarbyrjan. Samba spældi teir tríggjar fyrstu dystirnar fyri TB, har úrslitini vóru tveir javnleikir móti Víkingi og EB/Streymi og eitt tap móti B36. Síðani hevur hann ikki spælt móti FC Suðuroy og Skála.
Bolt.fo hevur fingið upplýst, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið er gingið út. Hetta hava vit eisini fingið váttað frá FSF. Vit hava eisini spurt, um hann hevur spælt dystirnar uttan arbeiðs og uppihaldsloyvið, men hetta verður nú kannað, og tí ber ikki til at siga nakað við vissu um hetta. Heldur ikki ber til at siga við vissu, um hetta kann fáa avleiðingar fyri úrslitini hjá TB, tá Samba spældi við, men sambært okkara keldum er lítið sannlíkt, at so verður. Sum skilst er tað HB, sum hevur alt við hesi loyvini at gera, tí HB ’’eigur’’ hann, hóast TB hevur leigað hann.
Vit hava dømi um fyrr t.d. í 2017 hjá Ndende A. Gueye hjá ÍF, at leikarar hava spælt uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið og tá hava tapt 3-0 á pappírinum (les meir um tað í kæruúrskurðinum HER), men sambært okkara upplýsingum er ikki sannlíkt, at nakað líknandi hendur í hesum máli, sum vit fylgja so skjótt sum nakað nýtt er. Sum skilst er Samba staddur uttanlands og væntast ikki at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið uppá pláss til dystin móti NSÍ sunnudagin.